Strok

Forsíðupostar

Eg eri mín størsti kappingarneyti

- Tað er stuttligt at venja frælsan ítrótt, og eg trívist sera væl saman við hinum Hvirlunum, sigur 16 ára gamla Elin Niclasen. Mynd:  Faroephoto

- Tað er stuttligt at venja frælsan ítrótt, og eg trívist sera væl saman við hinum Hvirlunum, sigur 16 ára gamla Elin Niclasen. Mynd: Faroephoto

- Eg venji frælsan ítrótt, tí eg haldi, at tað er stuttligt. Eg trívist væl saman við hinum frælsu íðkarunum, og vit hava ein sera góðan venjara. Mær dámar eisini væl at kappast, ikki minst við meg sjálva, og skal eg klára meg væl, so má eg hanga í í øllum veðri, sigur 16 ára gamla Elin Niclasen

Elin hevur gingið til frælsan ítrótt í umleið sjey ár. Hon hevur roynt allar greinirnar, eitt nú renning, spurtir, longdarlop, hæddarlop, trístøkk, kúluvarp, og klingruvarp. Men fyri knøppum fýra árum síðan var tað spjótið, sum vann, og nú er hon spjótkastari burturav.

Elin Niclasen

Aldur: 16 ár

Býr: Tórshavn

Familja: Mamma, pápi, ein fostursystir, tveir stórabeiggjar og ein tvíburasystir

Ítriv: Frælsur ítróttur og at mála

Felag: Hvirlan

Yndisbøkur: Harry Potter

Yndisfilmur: Divergent

Yndismatur: Ísur

Yndislitur: Kongablátt

- Fólk halda ofta, at frælsur ítróttur er bara renning, men frælsur ítróttur er so nógv meira enn tað. Har eru eisini fleiri sløg av lopum og køstum og forðarenning, og tað er serliga tað at kasta, sum mær dámar væl. Og tað besta er spjótkast.

Elin hevur eisini spælt hondbólt í fleiri ár, men nú krevur venjingin í báðum ítróttargreinunum meira.

- Mær dámar betur frælsan ítrótt enn hondbólt, og tí valdi eg hondbóltin frá. Frælsi ítrótturin er ein einstaklingaítróttur, og man kappast ímóti sær sjálvum, tað dámar mær væl. Harafturat trívist eg sera væl saman við hinum Hvirlunum (ein Hvirla er í hesum førinum ein, sum íðkar frælsan ítrótt í ítróttafelagnum Hvirluni).

Fingið teknikkin upp á pláss

Fyrsta árið ella tvey sum spjótkastari arbeiddi Elin mest við teknisku justeringunum, so hon kundi læra seg rætta mátan at kasta og at fáa allar smálutirnar upp á pláss. Nú arbeiðir hon mest við at optimera kraftina í mun til rætning. Hetta hevur givið henni fleiri persónlig met í ár, og í stórkappingini fyrst í juni í ár tók hon bólkametið. Hesa ferð læt hon ongan iva vera, tí tá ið hon í fimta umfari kastaði 500 gramm tunga spjótið heilt út á 39,66 m, tók hon gamla bólkametið við næstan trimum metrum. Hon hevur eisini kvalifiserað seg til Oyggjaleikirnar, men spjótkast var ikki við á Oyggjaleikunum í ár.

- Eg plagi at taka meg fram í rykkum. Eg kann standa í stað í langa tíð og so knappliga kasta einar tríggjar-fýra metrar longri í einum.

- Eg haldi, at frælsi ítrótturin gav mær eitt betri hondbóltskast og skot og ein sterkari kropp, tí vit venja eisini styrki til frælsan, sigur Elin. Mynd:  Faroephoto

- Eg haldi, at frælsi ítrótturin gav mær eitt betri hondbóltskast og skot og ein sterkari kropp, tí vit venja eisini styrki til frælsan, sigur Elin. Mynd: Faroephoto

Venja í øllum veðri

Í løtuni venur Elin fýra ferðir um vikuna. Vant verður úti alt árið og í øllum veðri: sól, regni, vindi og kava. Ein stuttur summarsteðgur er tó um ólavsøkuleitið.

- Vit venja hálvanannan tíma til tríggjar tímar hvørja ferð. Tá ið vit venja leingi, venja vit eisini styrki í Burn. Og vit venja sjálvandi í øllum veðri. Tað einasta, sum forðar okkum í at íðka, er, at tað er einki ljós her á Tórsbreyt, bara gøtuljósini úti á vegnum. Um veturin sæst illa at venja, tí tá verður so tíðliga myrkt. Og mitt úti á vøllinum er als einki ljós, so um tú venur spjótkast, sum eg, so fæst ikki altíð so nógv burturúr, og til tíðir kann tað verða rættiliga vandamikið.

Elin kappast eisini fleiri ferðir um árið bæði her heima og uttanlands, og á hvørjum ári fara tey á venjingarlegu.

- Mær dámar væl at vera á venjingarlegu, serliga uttanlands. Tá venja vit í stórari innandura høll, sum bara er til frælsan ítrótt. Tað er fantastiskt, tí umstøðurnar eru so góðar samanborið við okkara. Vit hava bara eina ”garasju”, har vit kunnu goyma eitt sindur av útgerð, og so eru vesi komin. Her er einki stað at skifta í ella fara í brúsu ella venja styrki, og tað er næstan altíð vindur á Tórsbreyt.

Men Elin kappast ikki bara móti øðrum, hon kappast eisini móti sær sjálvari:

- Eg royni alla tíðina at bøta um mítt úrslit og hugsi meira um tað enn at vinna á hinum. Tað kann vera ordiliga strævið, tá ið tað ikki gongur væl, og ofta gongur tað eisini verri, enn tað hevur gjørt. Men tað er eisini ordiliga deiligt, tá ið eg so taki meg fram.

Til tær stóru kappingarnar

Tá ið STROK tosaði við Elina, fyrireikaði hon seg til stóru Världsungdomsspelen-kappingina (VU spelen) í Svøríki, sum plagar at vera um mánaðarskiftið juni/juli, har øll Norðurlond og onnur lond við luttaka, og tá ið hetta blaðið kemur út, er Danmarksmeistaraheitið (DM) á skránni.

- Vónirnar til kappingarnar eru góðar, men eg vænti kortini ikki at vinna tær. Eg ætli mær at seta persónligt met, tað royni eg altíð. Beint nú gongur nokk so væl, so eg vóni, at tað eisini fer at ganga væl til hesar báðar kappingarnar.

Elin droymir sjálvandi um at blíva heilt góð og sleppa at luttaka í teimum heilt stóru kappingunum.

- Málið er alla tíðina at bøta um míni egnu úrslit, so verði eg kanska ordiliga góð um nøkur ár. Men tað hevði eisini verið stuttligt at vunnið VU spelen ella DMU (Danmarksmeitaraskapið fyri ung).

Elin: - Eg haldi heilt víst, at frælsur ítróttur er fyri øll. Fólk halda altíð, at frælsur ítróttur bara er renning, og øll tíma ikki at renna. Men frælsur ítróttur er so nógvar ymsar greinar, og tað ber til at íðka, líka til tú verður gamal ella gomul. Harafturat er samanhaldið millum íðkararnar sera gott, og tað er stuttligt. Tað ber eisini væl til at íðka frælsan ítrótt uttan at kappast, men um tú vilt kappast, so sleppur tú eisini í onnur lond at kappast. Mynd:  Faroephoto

Elin: - Eg haldi heilt víst, at frælsur ítróttur er fyri øll. Fólk halda altíð, at frælsur ítróttur bara er renning, og øll tíma ikki at renna. Men frælsur ítróttur er so nógvar ymsar greinar, og tað ber til at íðka, líka til tú verður gamal ella gomul. Harafturat er samanhaldið millum íðkararnar sera gott, og tað er stuttligt. Tað ber eisini væl til at íðka frælsan ítrótt uttan at kappast, men um tú vilt kappast, so sleppur tú eisini í onnur lond at kappast. Mynd: Faroephoto


Greinin er úr STROK 4 | 2019

TEKSTUR: Beinta Johannessen

MYNDIR: Faroephoto

Beinta Johannessen