Strok

Forsíðupostar

Dóttir Skammarans 2 - Gáva ormsins

skammerens-datter-ii-slangens-gave.jpeg
3.png
 

Brynhild Sjúrðardóttir Meitil, 14 ár, ummælir

Gáva Ormsins er næsta útgáva í røðini um Dóttir Skammarans. Danski rithøvundurin Lene Kaaberbøl hevur skrivað fýra bøkur, og nú eru tvær gjørdar til film. Dóttir Skammarans - Gáva Ormsins er um eina gentu, sum eitur Dina. Dina hevur evnir at síggja, hvat fólk skamma seg yvir.

Í filminum verða beiggi Dinu og Nicodemus tiknir til træl av hermonnunum hjá Drakan, tí ónda í søguni. Nicodemus er rætti arvingi av Dunark-ríkinum, men Drakan hevur tikið tað frá honum. Dina fer so at biðja pápan um hjálp, men mamma Dinu sigur, at hon skal halda seg vekk frá pápanum, tí hann dugir svartan gand, gáva ormsins. Dina fer so allíkavæl við pápanum at bjarga Nicodemusi og beiggjanum. Dina finnur so útav, at hon eisini hevur gávu ormsins.

Eg haldi, at filmurin er spennandi og góður. Spennandi at síggja, hvussu Dina og pápin brúka sínar gandakreftir. Í filminum er eisini nakað av harðskapi og óndum kreftum, sum ger filmin meira spennandi. Eg gleði meg til triðja bók verður gjørd um til film.