Strok

Forsíðupostar

Captain Marvel

2b162fd858e70783f66e0fe7f8b4b4f8.jpeg
1.png
 

Róaldur A. Dalsgarð, 13 ár, ummælir

Eg fái illa sagt nakað um søgugongdina í filminum uttan at avdúka ov nógv. Men eg kann siga so mikið, at hann er um eitt intergalaktiskt stríð millum tveir ættarbólkar: the Krees og the Skrulls. Og so er hetta eisini undangongusøgan til allar hinar Marvelfilmarnar og Avengersfilmarnar. So ert tú ein avengersfjeppari, so mást tú bara hyggja at hesum filminum!

Filmurin er rættiliga spennandi og stuttligur og ógvuliga flott gjørdur við nógvum góðum tónleiki. Mær dámar eisini væl sjónleikararnar og haldi, at teir allir spæla væl. Ein nokk so stuttlig og kul detalja er, at Nick Fury (leiðarin í S.H.I.E.L.D) og Agent Coulson eru yngdir digitalt. Filmurin gongur fyri seg mitt í 1990-unum, so tað hevði illa borið til uttan hesa detalju. Og so fáa vit eisini at vita, hvussu Fury misti eygað hjá sær.

Eftir at hava sæð henda filmin eri eg ikki í iva: eg SKAL so avgjørt síggja “Avengers – End Game”, sum kemur í síðst í apríl (og so fái eg eisini hug at hyggja at øllum teimum gomlu Avengersfilmunum um aftur😉).