Strok

Forsíðupostar

Bumblebee

bumblebee.jpg
1.png
 

Róaldur A. Dalsgarð, 13 ár, ummælir

Bumblebee er ein undanfilmur (prequel) til Transformers-filmin frá 2007. Søgan fer fram í 1987. Autobotturin Bumblebee krógvar seg í einum bilkirkjugarði í einum lítlum býi í Kalifornia í USA. Charlie verður skjótt 18 ár, og hon ynskir sær ein bil, og á bilkirkjugarðinum er ein lítil, gulur Volkswagen. Hon fær bilin, og tá ið hon fer at arbeiða upp á hann, finnur hon út av, at hann er gamla krígsmaskinan b-137 ella Bumblebee. Tey verða vinir, og saman skulu tey royna at verja heimin móti teimum óndu Decepticons, til restin av autobottunum koma til jørðina.

Samanborið við gomlu Transformers-filmarnar er hesin filmurin rættiliga nógv øðrvísi. Her er ein ‘verulig’ søga og ikki bara enn eitt kríggj, sum skal vinnast. Og tað dámar mær væl og ger, at eg vóni, at tað koma fleiri Transformers-filmar sum hesin. Sum flest aðrir action-adventure-filmar er hann bæði stuttligur og spennandi. Har eru nógvar kular effektir og feitur 80-ara tónleikur.