Strok

Forsíðupostar

Barbara boksar

- Tú skalt vera 8 ár fyri at venja við, men eg vil avgjørt viðmæla børnum og ungum at fara at boksa. Tað lærir tann unga um disiplin og góðan atburð, sigur 17 ára gamla Barbara Dahl-Jacobsen

Enn er bara eitt boksilið í Føroyum. Tað eitur Tórshavn Boksing, og tey venja í høllini á Hálsi í Havn. Øll eru vælkomin, tað er bara at møta upp til eina venjing, so sleppur tú at royna teg.

- Boksing gevur mær so at siga alt. Eg fái betri vælveru, eg verði sterkari og skjótari og fái betri sjálvsálit. Boksing er tað perfekta staðið at vera, um tú vilt koma í form, læra at forsvara teg sjálva og læra, at boksing er stuttligt og ikki bara seriøst.

Soleiðis sigur Barbara, sum fór at boksa fyri einum góðum ári síðan. Tríggjar ferðir um vikuna letur hon seg í boksihandskarnar og fer til Havnar at boksa saman við øðrum eldsálum.

Og Barbara boksar, tí hon heldur, at tað er stuttligt og álvarsamt.

- Boksing er ein góður og mennandi ítrottur, og um onkur ivast í at koma til eina venjing, skulu tit bara koma. Serliga gentur. Vit eru alt ov fáar gentur, sum boksa í Føroyum, vit skulu vísa, at vit eru líka kular og góðar sum dreingirnir, sigur Barbara. Foto: Ólavur Frederiksen | Faroephoto

- Boksing er ein góður og mennandi ítrottur, og um onkur ivast í at koma til eina venjing, skulu tit bara koma. Serliga gentur. Vit eru alt ov fáar gentur, sum boksa í Føroyum, vit skulu vísa, at vit eru líka kular og góðar sum dreingirnir, sigur Barbara. Foto: Ólavur Frederiksen | Faroephoto

Hetta kvøldið STROK hitti Barbaru til venjing, sóu vit blóðdálkað pappír liggja á gólvinum, so sjálvandi máttu vit spyrja inn til skaðar – at boksa gongur jú út upp á at sláa hvønn annan.

- Ja, viðhvørt fær man onkran skaða, til dømis nasablóð, blátt eyga og onkuntíð eina brotna nøs. Sjálv havi eg fingið øll hasi trý, men tað er bara ein partur av ítrottagreinini. Hóast tú av og á fært onkran skaða í boksing, er tað ikki nógv annarleiðis enn við øðrum kontakt-ítrottagreinum, tú ert altíð í vanda fyri at fáa onkran skaða.

Les meira um Barbaru og boksing í STROK 1 / 19😃