Strok

Forsíðupostar

 - Vilt tú læra at gera tónleik, so ger tað. Fá tær tónleikaundirvísing ella far á YouTube og lær teg at syngja, spæla klaver, gittar ella trummur. Har er ein heilur heimur við tónleiki, sigur Marius. Mynd: Beinta Johannessen

- Vilt tú læra at gera tónleik, so ger tað. Fá tær tónleikaundirvísing ella far á YouTube og lær teg at syngja, spæla klaver, gittar ella trummur. Har er ein heilur heimur við tónleiki, sigur Marius. Mynd: Beinta Johannessen

- Eg arbeiði við rappi hvønn dag. Tað er sum eitt amboð, ið tú kanst taka við tær allastaðni, og so er tað eisini gott til at menna málførleikan við, sigur 14 ára gamli Marius Dam Christophersen av Argjum.

Hvussu vilt tú lýsa hip hop og rapp?

- Rap stendur fyri rhythm and poetry (rútma og yrkingarlist). Tað er at tosa afturvið rútmuni í tónleikinum. Tað byrjaði í Amerika í 1970-unum, tá ið jazz- og bluestónleikarar fóru at brúka spoken-word í tónleikinum hjá sær (spoken-word minnir eitt sindur um tað, sum Silvurdrongurin ger). Og síðan er tað blivið til sítt egna tónleikaslag. Í fjør var rapp tað best umtókta tónleikaslagið í heiminum. Áðrenn var tað rokk.

Hví rappa?

- Eg veit ikki, eg haldi bara, at tað ljóðar kul. Og so dámar mær væl tað, at tú kanst vera øðrvísi. Tú skalt ikki so mikið sum duga at syngja fyri at rappa. Tað snýr seg um orðini, og hvussu tey spæla saman við tónleiki. Og einki er skeivt ella rætt. Tað eru fólk, sum rappa so skjótt, at tú næstan ikki hoyrir, hvat tey siga. Har eru fólk, sum skrála, fólk, sum rappa sum klóvnar, komediu-rapp, mumble- rapp, sum er modernað rapp, har orðini ikki geva nakra meining. Tað á netinum. Har eru sterkar kenslur er eitt ógvuliga fjølbroytt tónleikaslag. upp á spæl, og tað kann eg brúka aftur Og alt er sett saman av rútmiskum í tónleikinum. Tekstirnir hjá mær eru tosi til tónleik.

Les alla greinina um Marius í STROK 6.