Strok

Forsíðupostar

Gentur rokka

Gentur rokka! Frá vinstru: Sára, Elinborg, Julia og Rannveig Rós. Mynd: Ólavur Frederiksen / faroephoto

Gentur rokka! Frá vinstru: Sára, Elinborg, Julia og Rannveig Rós. Mynd: Ólavur Frederiksen / faroephoto

Alt ov fáar gentur rokka ella spæla ljóðføri, ið larma. Men gentur skulu tora! Tær skulu tora at spæla trummur, klaver, bass, gittara ella júst tað, tær hava hug til. Og tað er eisni endamálið við leguni „Gentur rokka“, sum er fyri ungar gentur, ið vilja læra at spæla eitt rokkljóðføri og spæla í einum rokkbólki.

- Tað er umráðandi at siga: - Ja, eg eri kul nokk, og eg tori at vera tónleikari og gera tað, eg vil, sigur Guðrið Hansdóttir, fyriskipari og ein av lærarunum á leguni.

- Hetta er fantastiskt! Ein av bestu legunum, vit nakrantíð hava verið á, siga Sára, Elinborg, Julia og Rannveig Rós, sum allar vóru við á leguni.

- Tað besta er at møta nýggjum fólki, fáa nýggjar vinkonur og sleppa at royna nýggj ljóðføri.

Les alla greinina í STROK 5/17