Strok

Forsíðupostar

Taylor Swift sligið øll met við nýggjum sangi

taylor_swift_ LookWhatYouMadeMeDo.gif

Fyrst strikaði Taylor Swift allar sínar postar á sosiale miðlunum, og vikuna eftir kom hon aftur við einum braki!

Nýggja staklagið hjá henni "Look What You Made Me Do" er nevnliga spælt 8 milliónir ferðir upp á ein dag á Spotify.

Hetta er met sigur Spotify. Og Spotify er ikki einasta staðið sangurin er vorðin væl umtóktur.

Vinnur á Adele og Bieber

Eftir 24 tímar var videolagið spælt fleiri enn 31 milliónir ferðir á YouTube. Og hetta er tað mesta nakrantíð.

Hetta er meira enn "Hello" hjá Adele, sum varð spælt 27 milliónir ferðir og "Despacito remixið við Justin Bieber, sum varð spælt 22 milliónir ferðir fyrsta dagin.

Í skrivandi stund er sangurin spældur 114 milliónir ferðir á YouTube.

GreinBeinta Johannessen