Strok

Forsíðupostar

Risa summarhitt setir met á Spotify

despacito.gif

Hevur tú eisini sungið afturvið sanginum Despacito? Tað hava í hvussu so er mong gjørt í summar.

Sangurin er vorðin eitt so stórt hitt, at hann hevur sett met á Spotify sum mest spældi sangurin í øllum heiminum í summar.

Rappararnir Daddy Yanka og Luis Fonsi, sum báðir eru úr Puerto Rico í Karibia, hava gjørt sangin. Tað er eisini eitt remix av Despacito við Justin Bieber.

Sangurin er vorðin eitt so stórt hitt, at ferðafólkatalið í Puerto Rico, sum rappararnir syngja um, er nógv vaksið.

Kelda: dr.dk

GreinBeinta Johannessen