Greinir

Stjørnudust í sjónvarpinum

Jólakalendarin í sjónvarp­inum í ár kallast Stjørnudust og er týddur úr norskum. Petur og Lý tosa fyri høvuðsleiklutirnar, Jó og Elly, og her fortelja tey okkum, hvussu tað hevur gingist við hesi øðrvísi uppgávu!

Stjørnudust snýr seg um níggju ára gamla dreingin Jó. Foreldrini hjá Jó skulu skiljast, og undan jólum flytur hann til ein annan bý við mammuni og systkjunum. Jó er sera hugtikin av stjørnunum og alheiminum, og honum dámar væl at spæla íshokki. Brádliga varnast Jó, at Norðstjørnan sløknar. Og stutt eftir hetta hittir hann gentuna Elly. Jó og Elly eru javngomul, Elly er eitt stjørnufólk, sum er eitt ævintýrafólk í Norðri. Og Elly er stjørnubarnið, sum gevur megi og ljós til Norðstjørnuna. Men nú stjørnan er sløknað, sleppur Elly ikki heim aftur, og henni tørvar hjálp frá Jó.


Petur Gaard Jakobsen, 11 ár, gongur í 5. fl. í Fámjins skúla

Petur tosar fyri Jó

Hvussu fekst tú leiklutin sum Jó?

- Onkur segði Páll og teimum, sum standa fyri jólakalendar­anum, at eg lesi nógvar bøkur og eri

ein góður lesari. Tí varð eg biðin um at koma at lesa upp, og so fekk eg annan høvuðsleiklutin, sum er Jó.

Kanst tú siga eitt sindur um Jó?

- Jó dámar væl stjørnur og at siga frá søgum. Hann spælir íshokki og var kapteynur á sínum liði, men tá ið hann flytur við mammu síni og kemur á eitt nýtt lið, er hann ikki longur tað. Á nýggja liðnum verður hann eisini happaður. Hann sigur ikki øðrum frá sínum trupulleikum altíð, men tosar allíkavæl onkuntíð við familjuna – og seinni eisini við vinirnar.

Hvat skalt tú hugsa um, tá tú lesur upp?

Størsta avbjóðingin við at lesa upp fyri Jó er, at Jó eisini er frá­ søgufólkið. Hetta er ringt, tí at søgan er eitt sindur long, og frá­ søgufólkið skal duga at greiða væl frá henni. Tað skal ljóða sum um, at eg fortelji og ikki bara lesi. So skal eg eisini royna at fáa røddina at passa inn, tá ið sjónleikarin í røðini tosar, so at tað sær rætt út. Eg havi tann norska dreingin í oyrunum og á skerminum, og samstundis skal eg tosa fyri hann á føroyskum.

Kennir tú teg aftur í Jó?

- Ja, líkasum Jó eri eg eisini áhug­ aður í heiminum og stjørnunum, og eg havi eisini ein pápa, sum eg tosi við um hetta. Tá ið eg var lítil, bleiv eg eisini happaður, men eg segði tað við læraran og foreldrini – tað ger Jó ikki.

Hví heldur tú, at børn í Føroyum skulu hyggja Stjørnudust?

- Søgan er spennandi og gátufør. Og rættiliga stuttlig. Tú kanst hyggja at jólakalendaranum og finna út av, hvussu hann endar, tá ið hann er liðugur, men tú kanst eisini royna at gita eitt sindur sjálv/ur so hvørt ...



Lý Dávadóttir Magnussen, 12 ár, gongur í 6. fl. í Vestmanna skúla

Lý tosar fyri Elly

Hvussu fekst tú leiklutin sum Elly?

- Eg havi eina ferð fyrr lisið fyri ein leiklut í jólakalendaranum, men tá hevði eg ikki ein so stóran leiklut. Tá var eg heldur ikki so gomul. Nú varð eg so biðin um at royna aftur, og eg fekk annan høvuðsleiklutin, sum er Elly.

Kanst tú siga eitt sindur um Elly?

- Elly er stjørnubarnið. Hon vil duga at ferðast sum eitt stjørnudust, sum hini stjørnufólkini duga. Stjørnudust duga at flúgva runt ymsastaðni, men tað dugir Elly ikki. Hon noyðist at lesa um tað, men tað tímir hon ikki, og hon verður súr og blakar stjørnusteinin vekk. Hon noyðist at finna stjørnusteinin aftur og ferðast tí til býin, sum Jó býr í og fer at ganga í skúla har. Tað er týdningarmikið, at Elly fer heim aftur við stjørnusteininum, tí hon missir sína gandamegi, um hon er ov leingi burtur. Í byrjan­ ini er Elly nokk so súr og ikki so blíð við Jó, men so verður hon fittari og fittari.

Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú lesur upp?

- Eg skal hava eitt sindur ljósari rødd, tá eg tosi fyri Elly, tí hon er eitt sindur yngri enn eg. Eg skal eisini fáa mína rødd at passa til ta norsku gentuna, sum spælir Elly. Onkuntíð tosar hon so ræðuliga skjótt, og tá klári eg slett ikki at fylgja við. So taka vit tað bara upp fleiri ferðir. Um eg fyrireiki meg nógv, so gongur tað ofta nógv betur. Eitt annað, sum riggar, er at gera tað sama úttrykkið, sum sjónleikarin ger, tá ið tú sigur tína replikk. So ljóðar tað ofta meira sum um, at tað er sjónleikarin, sum tosar.

Er tað stuttligt at lesa upp?

- Ja, tað er stuttligt og spennandi at sleppa at royna sovorðið. Tað sleppur man ikki so ofta. Man fær eisini møguleikan at møta nýggjum fólki, og tað er eisini stuttligt.

Hví heldur tú, at børn í Føroyum skulu hyggja Stjørnudust?

- Jólakalendarin er ordiliga spennandi í ár, og man gleðir seg altíð til næsta part. Hann er ikki akkurát líka, sum hann hevur verið fyrr, tí tað til dømis er so nógvur gandur í. Og so kunnu børn í Føroyum eisini kenna seg aftur í onkrum av tí, sum Jó upplivir – sum tað at vera happað/ur, at hava foreldur, sum eru skild, og ymiskt annað.

Stjørnudust er í sjónvarpinum hvørt kvøld í desember klokkan 18.30 til og við 24. desember.


Grein í STROK 6 | 2021

Tekstur + myndir: Helena Lamhauge-Mortensen

Aðrar myndir: Savnsmyndir