Greinir

Marius DC

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Sjálvur sigur hann, at rapp er sum eitt amboð, ið tú kanst taka við tær allastaðni, og so er tað eisini gott at menna málførleikan við. STROK hevur sett unga rapparanum nakrar spurningar

Lýs teg sjálvan við einum orði

- Swag

Hevur tú eitt (fyri okkum) ókent talent?

- Eg veit rættiliga nógv um nokk so nógv ymisk nørdut ting, t.d. Pokémon og Wrestling.

Og hvat dugir tú illa?

- Eg eri øgiliga gloymskur og dugi illa at vera organiseraður og halda skil á tingunum.

Hvørja supermegi hevði tú viljað havt?

- At lesa tankar hevði verið sjúkt.

Um tú átti ein tikara, hvat hevði hann so itið?

- Joe Exotic av ymiskum orsøkum.

Hvat ræðist tú og hví?

- Eiturkoppar gera meg rættiliga illa við.

Hvønn hevði tú viljað gjørt eitt lag ella ein rapptekst til?

- At arbeiða saman við Kanye West er ein lívslangur dreymur.

Hvør Disney­figurur hevði tú viljað verið?

- Dr. Facillier úr Prinsessen og frøen, hansara klædnastílur var ótrúligur.

Hevði tú heldur viljað rappað saman við Swangah ella Silvur­ dronginum?

- Swangah, eftirsum eg longu havi gjørt eitt lag saman við Silvurdrongi, “KOLASALAT”.

hevði tú heldur viljað bara dansað ballett ella als ikki dansað aftur nakrantíð?

- Eg hevði heldur steðgað við at dansa. Ballet er ikki serliga “gangster”.