Greinir

Ludvík er dansari og dansikoreografur

Lion King. Mynd: Haldur Suni

 

Sást tú sangleikin, Lion King, í Fuglafjarðar skúla? Hugsaði tú um, hvussu flottur dansurin var? Tann, sum skipaði fyri dansinum, var Ludvík Petar Heðinsson, sum í framtíðini ætlar sær út í heim at dansa

Í januar byrjaðu venjingarnar hjá Fuglafjarða skúla til ein nýggjan sang­ leik, sum tey fara at framføra í mars og apríl. Ludvík er aftur dansikoregrafur til leikin, sum hesa ferð er High School Musical 3.

- Eitt, sum eg leggi dent á, tá ið eg geri dansikoreografiir, er, at føroyska mentanin og náttúran, fjøllini og havið síggjast aftur í dansinum, sigur 18 ára gamli Ludvík Petar Heðinsson. Mynd: Ludvík

Ludvík er 18 ár og gongur á øðrum ári á Glasi. Tá ið hann verður liðugur við sína miðnámsskúlaútbúgving, ætlar hann sær út í heim at dansa. Í løtuni undir­ vísir hann í dansi í Eysturskúlanum og á Glasi. STROK hevur sett Ludvíki nakrar spurningar um dans og dansikoreografi.

Hvussu leingi hevur tú dansað?

– Eg havi upp á ein máta dansað, síð­ ani eg var smádrongur. Tá gekk eg til fimleik, og seinni fór eg at ganga til amboðsfimleik og havi eisini kappast í hesum. Tá ið eg var níggju ár, fór eg í størri mun at ganga til dansiskeið og dansiverkstovur.

Hvat merkir tað at vera dansikoreografur?

– Tað merkir, at tú gert ella skapar ein dans. Hetta gert tú við at brúka ymiskar rørslur og at læra frá tær, hvussu tær skulu gerast. Ein dansikoreografur skal vita, hvat dansur er og kenna ymisk sløg av dansi. Teir dansirnir, sum eg kenni og brúki nógv, eru millum annað modernaður dansur, waacking, hipp hopp, house, locking, girly og afro.

Hvussu vildi tú lýsa dans sum ítróttagrein?

– Dansur er so nógv ymiskt, og eg haldi tað sum heild vera eina ótrúliga spenn­ andi ítrótta­ og listagrein. Persónliga gevur dansurin mær styrki, gleði og eina kenslu av at vera frælsur.

Hvørjar eru tínar framtíðarætlanir?

– Í summar fekk eg prógv frá einum donskum dansiskúla um, at eg eri dans­ ari og dansikoreografur. Í framtíðini ætli eg mær framvegis at fara til dansiverkstovur og ­skeið og fáa mær fleiri útbúgvingar innan dansin. Tað kann vera, at eg fari til Danmarkar, men eg hugsi eisini um at fara til okkurt annað land sum til dømis USA, Ongland ella Frakland. Í nærmastu framtíð sleppi eg at standa fyri dans­ inum í einum sangleiki hjá Fuglafjarðar skúla enn eina ferð, og tað gleði eg meg nógv til.

Hevur tú nakrar vónir fyri dansin í Føroyum?

– Eg vóni, at nógv børn og ung tekna seg til dans og dansiskeið, so at dansiumhvørvið heldur fram at vaksa í Føroyum. Dansur er ikki bara góður fyri kroppin, men eisini ein góður máti at vísa sínar kenslur, og ikki minst eitt gott stað at møta fólki.


Hevur tú hug at dansa, so hava millum onnur hesi dansiskeið og dansiverkstovur:

  • Kvøldskúlin í Klaksvík: www.kks.fo

  • Kvøldskúlin á Tvøroyri: www.kvungskuli.fo

  • Kvøldskúlin í Fuglafirði: www.fuglafjordur.fo

  • Havnar Fimleikafelag: www.hf.fo

  • Dansifrøi í Tórshavn: www.dansifroi.klubmodul.fo

  • Føroya Fólkaháskúli í Tórshavn: www.haskulin.fo


Grein í STROK 3

Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen