Strok

Greinir

G! Úr sólini í Havn í mjørkan í Gøtu

IMG_9781.jpg

Sólin skein líka til vit komu til Gøtueiðið, har ein tjúkk og mjúk mjørkadýna møtti okkum. Tíbetur var tað turt og stilt at koma úr bilinum, so eingin neyð. 

Semifinaludysturin millum Kroatia og Ongland var longu byrjaður, tá ið vit komu oman á sandin og lagið var gott á nógvu fólkunum, sum vóru savnaði har.

Av tí at dysturin dróg út, var konsertin við Rag’n’Bone Man eitt sindur seinkað. Hóast Ongland tapti, so var hýrurin góður á bæði orkestri (Rag’n’Bone Man er úr Onglandi) og áskoðarum. Men hýrurin á áskoðarunum varð uppaftur betri, tá ið Swangah pumpaðu á Spæliplássinum.

Alt í alt eitt gott kvøld

Tekstur: Róaldur A. Dalsgarð

PSST! Fylg okkum eisini á Instagram --> @strok.fo