Strok

Greinir

G! Stemningur og endurnýtslugløs

37108703_10217160762795578_2647857452631982080_n.jpg

Flest øll eru samd í, at á G! er ein heilt serligur stemningur. Øll eru glað - summi glaðari enn onnur - og øll eru har av somu orsøk: at feiðra tónleikin, summarið og lívið. Akkurát hendan stemning føli eg ikki á øðrum festivalum. 

G! setur tónleikin í hásæti og tað merkist eisini í ár. Hóast eg ikki kenni nógvar av bólkunum, so er hetta eitt savn við góðum góðskutónleiki, sum er væl valdur úr rúgvuni at vera á ársins G! festivali. 

Í ár er eitt nýtt, sum fær smílið og fnisið fram hjá fólki: endurnýtslugløsini hjá Eta, sum øll hava festligan tekst á, t.d. ‘Sorry, eg eri ikki til eingangs’ og 'Plastik koppar náttúruni'.  

Hetta er eitt átak fyri at sleppa undan plasti á festivalinum. Eitt gott átak og skemtiligi parturin av tí riggar avbera væl, tí øll tosa um hesi gløsini og flenna at teimum.

Og hóast tað bara eru tey vaksnu, sum kunnu keypa gløsini við øli og øðrum í, so fáa børnini eisini stóra gleði av teimum: tú fært nevnliga 10 krónur fyri hvørt endurnýtsluglas, tú berur aftur👍 

Gløsini verða so heilt víst ein fastur partur av G! framyvir, og møguliga eisini á øðrum tiltøkum og festivalum við. 

Stemningurin er góður, tónleikurin finur og veðrið hevur verið super - til í dag. Nú regnar. Hetta sær tó ikki út til at merkja festivalgestirnar nógv. 

Sjálvur havi eg ikki sovið í næstan 40 tímar, so eg seti kósini heim og komi aftur ímorgin. 

G!óða nátt!

Tekstur: Teitur í Stórustovu