Greinir

Fyri fyrstu ferð nakrantíð: tveir føroyingar í X-Factor-finaluni

Finalistarnir, Kári, Tina og Mads. Mynd: Lasse Lagoni/TV 2

 

Tað er einki loyndarmál, at føroyingar ofta hava klárað seg væl í X­Factor. Besta úrslitið higartil fekk Linda Andrews, tá ið hon vann kappingina í 2009. Men ongantíð fyrr eru tveir føroyingar komnir í finaluna. STROK hevur prátað við ársins føroysku luttakarar, Tinu og Kára

Tað var av tilvild, at 25 ára gamli Kári Fossdalsá av Toftum meldaði seg til X-Factor. Meiningin var, at bólkur hansara, Kitties, skuldi melda seg til, men tað var ikki pláss fyri fleiri bólkum, og tí bleiv hann spurdur, um hann vildi melda seg til sum solistur. Og tað takkaði hann ja til.

Tað var eitt sindur óvæntað, at Kári taldist millum tey síðstu trý. Hann var í vandabólki tvær ferðir, men hann kláraði seg ígjøgnum. Og í hálvfinaluni streyk hann beint ígjøgnum til finaluna.

– Tað var ein fantastisk kensla og ordiliga stuttligt, sigur Kári.

Arbeiðir hart

Martin Jensen, dómarin hjá Kára, hevur fleiri ferðir fortalt um, hvussu hart Kári arbeiðir fyri at røkka sínum málum. Martin Jensen segði í einari beinleiðis sending, at hann vildi, at Kári skuldi koma í betri form. Kári gjørdi ikki mætari enn at súkkla og renna hvønn dag í vikuni. Hetta sigur eitt sindur um fantastiska arbeiðsmoralin hjá Kára, og tað er helst hesin viljin, ið hevur gjørt, at Kári er tann fyrsti nakrantíð, ið hevur verið í vandabólki tvær ferðir og kortini er komin í finaluna.

– Eg síggi Martin Jensen meira sum ein vin enn sum mín dómara. Vit hava eitt fantastiskt samband, og eg elski at arbeiða saman við honum, sigur Kári.

Kári gjørdist nummar 2. Mynd: Lasse Lagoni/TV 2

Dámar væl Kwamie Liv

Tá ein av dómarunum í X-Factor, Kwamie Liv, fyrstu ferð hoyrdi Tinu syngja, fekk hon tár í eyguni. Hon rósti henni til skýggja, so tað var ikki óvæntað, at Kwamie Liv valdi Tinu at vera ein av sínum luttakarum.

– Eg føli, at Kwamie og eg skilja hvørja aðra ordiliga væl, og at vit minna rættiliga nógv um hvørja aðra, sigur Tina.

Spurd, hví hon meldaði seg til X-Factor, svarar Tina:

– Tí eg føldi í mínum hjarta, at tað var tað rætta fyri meg at gera akkurát tá. Mín dreymur er at liva av tónleik- inum, og X-Factor virkaði bara sum ein góður møguleiki at náa út til fleiri fólk.

Tók tað sum eitt wake­up call

Tina, sum hevur sungið so leingi, hon kann minnast, sang ein sera vakran sang, sum kallast Ord, í fimtu beinleiðis sendingini.

– Eg skrivaði sangin, tá eg var 16 ár. Eg sat við diskin í Á og hugsaði um lívið. Tað var eitt stórt upplivilsi at sleppa at syngja sangin í X-Factor.

Tina var ein av favorittunum at vinna X-Factor, og tí kom tað sera óvæntað á fleiri, at hon kom í vandabólkin í fjórðu beinleiðis sendingini.

– Eg tók tað sum eitt wake-up call, og tað gjørdi, at eg bara arbeiddi harðari.

Og tað harða arbeiðið loysti seg, tí hon náddi allan vegin í finaluna.

Mín dreymur er at liva av tónleikinum, og X-Factor virkaði bara sum ein góður møguleiki at náa út til fleiri fólk. Mynd: Lasse Lagoni/TV 2

Ein X­Factor vika

Vikurnar hjá Tinu og Kára líktust nógv. Í vikuskiftinum skuldu tey velja og venja sangir. Týsdag og hósdag vandu tey á pallinum. Hesin parturin var sera um- ráðandi, tí tey skulu vita, hvørji kamera, tey skulu hyggja í.

Hósdag valdu tey klæði, og fríggjadag høvdu tey aðalroynd, har alt varð vant uttan áskoðarar.

Tey eru samd um, at man er eitt sindur nervøsur, áðrenn man skal syngja, men at tá ið man kemur á pallin, so nýtur man tað bara.

Hóast báðir føroyingarnir kláraðu seg øgiliga væl í finaluni fríggjadagin 8. apríl, vann stórfavoritturin Mads Molt. Kári endaði á einum øðrum plássi og Tina á triðja plássi.

Hóast tey bæði Kári og Tina hava kappsungið móti hvørjum øðrum í alt vár, er sambandið teirra millum gott, og moralurin høgur. Mynd: Kári


Grein í STROK 4 | 2022

Tekstur: Bartal Páll Klein