Greinir

Eg gevi ymiskum verum lív

Mynd: Tóra við Keldu

Mynd: Tóra við Keldu

- Mær dámar væl at tekna við litblýantum, penslum og vanligum blýanti, men tað kostar eitt sindur, tí sjálvandi má eg keypa tað, sum eg skal brúka. Ein dagin fekk eg hugskotið heldur at tekna digitalar myndir. Á jólum fekk eg ein teldil, og síðani tá havi eg brúkt meira og meira tíð til at tekna á honum, sigur Aurelia

Putu Ayu Aurelia Subrata er Aurelia ger annars ikki so nógv um 15 ár og er fyrstfødda í síni seg, og fyrstu tíðina, hon búði her, vistu familju. Tað sæst á navn- floksfelagarnir einki um hennara evni inum, tí Putu merkir, at hon at tekna. Men skjótt fingu tey eyga á kom fyrst. Vanliga verður vakrar tekningar, og nú vita øll, hvussu hon tó kallað Aurelia. væl Aurelia tímir og dugir at tekna.

- Hetta navnið er eitt vanligt indonesiskt navn. Har kunnu nøvn siga nakað um, hvar tú ert í systkinaflokkinum, sigur Aurelia og smílist.

Aurelia flutti saman við familjuni til Føroya fyri tveimum árum síðan, og nú gongur hon í 9. flokki á Skúlatrøð. Hon byrjaði longu sum smágenta at tekna.

Putu Ayu Aurelia Subrata

Aldur: 15 ár

Býr: Í Klaksvík

Ítriv: Judo og fyrr taekwondo

Yndislitur: Mær dámar allar litir, kanska cyanblátt/grønt

Yndisdýr: Ketta

Tað besta við at tekna er: at geva persónunum lív

Aurelia situr við teldlinum …

og hann er á tremur við ymiskum persónum og søgum. Nú situr hon og leitar eftir ymiskum talgildum myndum, eisini teimum, sum hon hevur teknað, tá ið hon var í starvsvenjing á grafiska virkinum Grafia í Klaksvík.

- Mær dámdi sera væl at vera í starvsvenjing á Grafia. Fólkini vóru fitt, og eg lærdi nógv, serliga tað grafiska designið, sum er nýtt fyri meg. Eg tekni oftari myndir til teknisøgur, men ein dagin teknaði eg eina mynd av øllum

í flokkinum. Tá stóðu tey og hugdu og flentu, meðan eg teknaði. Tað var ordiliga kul, smílist Aurelia.

Aurelia ger annars ikki so nógv um seg, og fyrstu tíðina, hon búði her, vistu floksfelagarnir einki um hennara evni at tekna. Men skjótt fingu tey eyga á vakrar tekningar, og nú vita øll, hvussu væl Aurelia tímir og dugir at tekna.

Í starvsvenjingini á Grafia …

í Klaksvík arbeiddi Aurelia mest við illustratiónum. Ein av uppgávunum hjá henni var at tekna myndir til eina søgu, sum vinkona hennara, sum var í starvsvenjing hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og STROK, hevði skrivað. Tekningarnar gjørdi hon við Procreate á teldlinum.

- Mær hevur altíð dámt sera væl teknirøðir, og tí byrjaði eg at tekna myndir til søgur. Eg havi hugsað um at myndprýða onkrar barnabøkur.

Aurelia skrivar nógv sjálv, og tað er á enskum.

- Søgurnar liva enn bara inni í teldlinum, men vónandi fáa tær lív í onkrari bók einaferð, smílist Aurelia og vísir nakrar av myndunum.

- Rosalie, Iris og N eru persónar í tveimum ymiskum søgum. Onnur er ein fantasysøga um Rosalie. Rosalie er elegant. Hon er ein perfekt drotning, men so líðandi kemur lesarin at kenna hana. Eg vil hava, at lesararnir síggja mínar persónar sum perfektar, men so, tá ið tey koma at kenna teir, hava persónarnir eina størri dýpd. Ein persónur er altíð meira enn tað, sum sæst.

Eftir summarfrítíðina …

fer Aurelia í 10. flokk. Hon hevur hug at fáa sær útbúgving í at tekna.

- Eg fái at síggja, hvussu tað verður. Eg havi hug, umframt at gera myndir, eisini at læra at gera animatiónir og illustratiónir. Kanska eg onkuntíð kann lesa hetta sum hægri lesnað. Og so kann eg veruliga geva ymisku verunum í teldlinum lív, sigur hon við einum róligum smíli og vendir aftur til myndirnar á skíggjanum.


Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Grein í STROK 3 | 2021