Strok

Greinir

Dyrka jarðber í vindeygakarminum 

 Jarðberjaplanta. Mynd: Pexels

Jarðberjaplanta. Mynd: Pexels

Tá ið veðrið endiliga verður betri og dagarnir longri, hava vit øll hug at fara út at njóta góðveðrið. Kanska tú finnur tær tráðuna fram og fert á seiðaberg, ella tú gongur tær ein góðan hagatúr og nýtur náttúruna. Men tú kanst eisini fáa náttúruna heim við í vindeygakarmin við at dyrka ymiskt spennandi har. 

Dyrka jarðber í vindeygakarminum 

Soleiðis gert tú: 

1. Keyp eina jarðberjaplantu og finn ein avlangan urtapott, ið er minst 20 sentimetrar breiður og longri hinvegin. 

2. Koyr plantumold í urtapottin og blanda eitt sindur av sankutøð uppí. 

3. Grava eitt hol og set jarðberjaplantuna niður í soleiðis, at tað ovasta av moldini er áraka tað ovasta av moldini í pottinum. 

4. Trýst moldina væl saman um plantuna, so hon stendur væl og ikki koppar. Vatna væl. 

5. Klipp fyrsta blóman av (smáar hvítar blómur), so spírarnir kunnu vaksa betur. 

6. Set urtapottin í vindeygakarmin og gev plantuni nóg mikið av vætu – umleið tveir litrar um vikuna. 

7. Henta jarðberini, tá ið tey smakka søt og saftig.

Onnur hugsktot:

 Hevur tú ikki pláss fyri eini heilari eplaveltu í urtagarðinum, kanst tú í staðin seta eplir niður í ein stóran urtapott ella spann. Mynd: Pexels

Hevur tú ikki pláss fyri eini heilari eplaveltu í urtagarðinum, kanst tú í staðin seta eplir niður í ein stóran urtapott ella spann. Mynd: Pexels

 Rabarbur eru lættar at fáa at vaksa í urtagarðinum og smakka væl at gera eitt nú rabarbugreyt og súltutoy burturúr. Mynd: Beinta Johannessen

Rabarbur eru lættar at fáa at vaksa í urtagarðinum og smakka væl at gera eitt nú rabarbugreyt og súltutoy burturúr. Mynd: Beinta Johannessen

 Kundi tú hugsað tær okkurt grønmeti ella eina kryddurt við nógvum smakki í, t.d. basilikum, grasleyk, dild ella myntu, eru tað nógvar, ið trívast sera væl í vindeygakarminum. Mynd: Pexels

Kundi tú hugsað tær okkurt grønmeti ella eina kryddurt við nógvum smakki í, t.d. basilikum, grasleyk, dild ella myntu, eru tað nógvar, ið trívast sera væl í vindeygakarminum. Mynd: Pexels

Les nógv meira um Grønt og gott grønmeti í STROK 3 / 18:)

Tekstur: Heidi Wolles Ljósheim