Strok

Greinir

Black Panther

Black_Panther_Poster.jpg
1.png
 

Framleiðslufelagið Marvel hevur framleitt nógvar stórar blockbuster-filmar, sum til dømis Spiderman, Hulk, Iron Man, Captain America, og nú eisini nýggja hittið Black Panther.

Eftir at hava spælt 245 milliónir dollarar inn upp á eitt vikuskifti, svarandi til slakar 1,5 milliardir krónur, fer Black Panther væntandi at seta øll met í atgongumerkjasølu.

Hesin sci-fi-filmurin er seg um T'Challa, sum verður kongur í afrikanska landinum Wakanda, tá ið pápi hansara verður dripin. Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, tí at T’Challa rennur seg beinanvegin í trupulleikar. Uttan at siga ov nógv kann eg nokk fortelja, at systkinabarn hansara, Erik Killmonger, roynir at elva til eina kollvelting fyri at fáa Wakanda til at brúka sína tøkni í øllum heiminum í staðin fyri at krógva hana í einum skógi í Afrika.

Allur heimurin heldur, at Wakanda er eitt fátækt land, men í veruleikanum hava tey betri tøkni, enn tey hava. Grundin til ta framkomnu tøknina í Wakanda er, at fyri nógvum árum síðan datt ein meteorur, fullur av vibranium, heimsins sterkasta metali, niður í landinum. Í Wakanda royna tey at verja seg fyri fíggjarsviki og materialismuni, ið hevur yvirtikið allan heimin.

Filmurin kemur nógv inn á rasutrupulleikar í USA og trælir, og at hvít fólk eru kúgarar. Hetta eru álvarslig evni, sum í hesum filminum verða pakkað inn í ein framtíðarheim við rúmdarførum og hátøkniligum herbúnum.    

Black Panther varð vístur fyrstu ferð í Føroyum tann 15. februar í ár. Hann er sera góður og flott gjørdur. 

Teitur í Stórustovu, 15 ár, ummælir