Greinir

Álvara og skemt í jólakalendaranum

13 ára gamli Fríði Patursson úr Havn og 8 ára gamla Eva á Rógvi av Argjum leggja røddir til høvuðsleiklutirnar í “Storm á Lognarveg”. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

13 ára gamli Fríði Patursson úr Havn og 8 ára gamla Eva á Rógvi av Argjum leggja røddir til høvuðsleiklutirnar í “Storm á Lognarveg”. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Í Storm á Lognarveg er alt frá stuldri av jólapynti til varúlvafellur. STROK hevur prátað við Fríða og Evu, sum leggja røddir til tveir av høvuðsleikarunum í nýggja jólakalendaran í sjónvarpinum

Í ársins jólakalendara fylgja vit familjuni Storm. Tey eru júst flutt úr stórbýnum til Lognarveg í lítla býnum Jarnkróki. Har gera tey skjótt av at luttaka í jólakappingini, har familjur í býnum kappast hvør ímóti aðrari í ymiskum kappingum.

Fríði Patursson

Aldur: 13 ár

Býr: Í Havn

Ítriv: At spæla fótbólt og gera figurar úr modellerivoksi, og so dámar mær eisini væl at spæla tónleik og dugi best at spæla gittar

Yndisjólamatur: Dunna og brúnkaði epli

Yndisdýr: Skeggagama, slanga, ketta og grísur

Yndislitur: Ljósablátt, grønt og svart

Á jólum gleði eg meg mest til … At pakka gávur upp, spæla kavakríggj, matin og at dansa jólatræ

Leggur rødd til Leo Storm

- Leo er ein glaður drongur. Hann heldur tó ikki, at tað er so stuttligt at flyta, men hann roynir at fáa tað besta burtur úr støðuni. Hann byrjar at vlogga og at skaffa sær nýggjar vinir, sigur 13 ára gamli Fríði Patursson, sum leggur rødd til Leo, ein av høvuðsleikarunum í ársins jólakalendara í sjónvarpinum.

Ein av nýggju vinunum hjá 13 ára gamla Leo er tøkniáhugaða Evin. Evin er granni hjá Leo. Hon er ógvuliga klók og dugir væl at finna upp á nýggj ting. Til dømis hevur hon uppfunnið ein elsparkara, sum hon koyrir runt á.

Leo kemur eisini at kenna Sylvester. Familjan hjá honum er tann ríkasta í býnum, men hann hevur ongantíð havt nakrar veruligar vinir. Sylvester hevur góðan hug á Evin. Men hann er eisini ósikkur og veit ikki, hvussu hann skal siga tað við hana. Og so er hann hjartkiptur fyri at fáa krakk.

Fríði Patursson, 13 ár, leggur rødd til Leo Storm, sum er ein av høvuðsleikarunum í jólakalendaranum "Storm á Lognarveg!".. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Fríði Patursson, 13 ár, leggur rødd til Leo Storm, sum er ein av høvuðsleikarunum í jólakalendaranum "Storm á Lognarveg!".. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Í jólakappingini skulu familjurnar millum annað pynta urtagarðin hjá sær og baka eitt piparkøkuhús. Men tá ið kappingin byrjar hendir ymiskt løgið.

- Til dømis hvørvur jólapyntið. Tá mugu børnini vera detektivar og royna at fáa skil á, hvat tað er, sum hendir, sigur Fríði.

Leo hevur eina kúllasliga lítlasystur, sum eitur Vilja. Vilja er 6 ár og elskar djór. Og so heldur hon, at ein varúlvur býr hinumegin vegin. Eva á Rógvi er 8 ár og leggur rødd til Vilju.

Eva á Rógvi, 8 ár, leggur rødd til Vilju Storm, sum er systur Leo og eisini ein av høvuðsleikarunum í jólakalendaranum “Storm á Lognarveg!”. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Eva á Rógvi, 8 ár, leggur rødd til Vilju Storm, sum er systur Leo og eisini ein av høvuðsleikarunum í jólakalendaranum “Storm á Lognarveg!”. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Eva á Rógvi

Aldur: 8 ár

Býr: Á Argjum

Ítriv: At spæla violin og at lesa

Yndisjólamatur: Mandlurís

Yndisdýr: Hundur, kanin og hestur

Yndislitur: Turkis

Á jólum gleði eg meg mest til … jólaftan, tí man fær gávur og etur mandlurís

Leggur rødd til Vilju Storm

- Mær dámar ordiliga væl at gera røddir, tað er so stuttligt, sigur Eva. - Tað var ikki so ringt at gera røddina hjá Vilju, tí vit báðar líkjast nokk so nógv. Vit eru báðar nokk so villar og so dámar okkum djór.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Fríði og Eva leggja røddir til sjónvarpssendingar. Og so hava tey eisini bæði spælt sjónleik, gjørt film og lýsingar. Og kanska kennir tú eisini Fríða frá lýsingarherferðini hjá STROK, har hann var ein av teimum, sum ”stillaði upp” fyri STROK.

Fríði og Eva eru samd um, at tað er eitt sindur spennandi, nú jólakalendarin skjótt byrjar.

- Ja, tað verður spennandi at hoyra mína egnu rødd, men eisini at hoyra hvussu hini hava gjørt, og hvussu Fríði hevur gjørt, sigur Eva.

- Ja, og at hoyra alt saman, sigur Fríði.

Fríði og Eva hava nevnliga verið einsamøll í upptøkuhølinum saman við Páll Danielsen, leikstjóra, og Jógvan Páll Johannesen, teknikara, so at siga alla tíðina, tí øll tey leikandi hava tikið upp hvør sær. Hetta er lættasti mátin at gera upptøkurnar, tí øll hava ikki frí og kunnu koma í senn.

Hvar var tað nú, vit vóru komin til … Páll Danielsen, leikstjóri, leitar í handritinum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Hvar var tað nú, vit vóru komin til … Páll Danielsen, leikstjóri, leitar í handritinum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Hóast tað bara eru røddirnar, sum eru tiknar upp í Føroyum, so er tað ein long tilgongd at gera ein slíkan jólakalendara. Fyrst í árinum fóru Páll og onnur, sum varða av barnaøkinum í Kringvarpinum, at leita eftir einum jólakalendara til sjónvarpið. Tey komu skjótt fram til, at svenski jólakalendarin var tann rætti, og síðan varð leikritið umsett og leikarar funnir. Og beint eftir summarferiuna fóru upptøkurnar í gongd.

- Eg gjørdi tær síðstu upptøkurnar í heystferiuni, sigur Eva.

- Eg varð liðugur eitt sindur fyrr, men vit bæði hava verið inni aftur og gjørt onkrar smávegis upptøkur. Okkurt skuldi gerast um aftur, og okkurt høvdu vit gloymt at siga, sigur Fríði.

Bæði Fríði og Eva fingu eitt handrit og ein geyma við øllum 24 pørtunum á við heim at venja eftir.

- Tað eru tíðarkodur á bæði filminum og í handritinum, so tú veitst, nær og hvussu leingi tú skalt tosa, sigur Fríði.

- Onkuntíð skalt tú tosa ordiliga skjótt, og onkuntíð skalt tú bara siga: - Jaaaaaa ella okkurt annað í langa tíð, sigur Eva.

Og kunnu vit so gleða okkum til ein góðan og jólaligan jólakalendara?

- Ja, tað haldi eg so avgjørt. Her er alt. Hann er bæði spennandi, stuttligur og eisini eitt sindur óhugnaligur, sigur Fríði. - Og har er nógvur kavi!


Greinin er úr STROK 6 | 2019

TEKSTUR: Beinta Johannessen

MYNDIR: Bjarni Árting Rubeksen

GreinBeinta Johannessen