Strok

Greinir

XBOX ONE

xbox-one.png
1.png
 

Xbox er ein undirmett spælimaskina. Fá hava Xbox One í Føroyum, men uttanlands er hon væl umtókt.

Xbox One er ein lítil og løtt spælimaskina. Kontrollarin er øðrvísi sammett við Playstation 4-kontrollaran. Hann er eitt sindur størri og tjykkri. Eg haldi, at kontrollarin hjá Xbox er nógv betri, men tað helt eg ikki í fyrstani. Men so vandi eg meg við hann, og nú dámar mær hann ordiliga væl.

Ein annar stórur munur millum Playstation 4- og Xbox-kontrollaran, at Xbox-kontrollarin brúkar battarí, so tú mást altíð eiga battarí inni. Tú kanst sjálvandi eisini keypa battarí, sum tú kanst løða, so sleppur tú undan hesum.

Gjalda fyri at broyta brúkaranavn

Tá ið tú loggar teg á Xboxina fyrstu ferð, veitst tú helst aftur, hvussu tað er bygd upp. Tað minnir ógvuliga nógv um windows 10, so tú venur teg skjótt við Xbox One.

Eitt, mær ikki dámar er, at tá ið tú gert ein nýggjan brúkara, fært tú bara eitt tilvildarligt navn til brúkaranavn. Um tú vilt skifta navn, mást tú betala pengar fyri tað. Tað er bara so býtt.

Netflix

Hevur tú Netflix, kanst tú hyggja at tí á xboxinum. Tú kanst hyggja at 4K grafikki. Hetta er besti graffikurin, sum er til higatil. Tað er ógvuliga klárt og avgjørt besti graffikurin, sum eg havi sæð.

Ert tú ein, sum livestreamar nógv, kanst tú eisini livestream 4K grafikk, so onnur sum hyggja, síggja grafikkin sum 4K grafikk, Men tá ið tú spælir spøl, er grafikkurin ikki 4K, men næstan líka góður. Tá ið tað nýggja Xbox One kemur út, fert tú eisini at kunna spæla spøl við 4K graffik.

Gev gætur, at skalt tú spæla ella hyggja at onkrum á 4K grafikki, so mást tú hava eitt sjónvarp, sum klárar at vísa 4K grafikk.

Online spøl

Vilt tú spæla á netinum, mást tú keypa eitt limagjald. Tú kanst velja ímillum ein mánað, tríggjar mánaðir ella eitt ár. Hvønn mánað fært tú tvey spøl ókeypis, sum tú kanst taka niður, men skalt tú spæla spælið, mást tú hava limagjaldið. Hettar er akkurát tað sama sum á Playstation 4.

Nú, tá ið eg havi spælt Xbox í eina tíð, haldi eg, at hetta er ein ógvuliga góð spælimaskina. Eg hevði ongantíð trúð, at mær fór at dáma Xbox betur enn Playstation 4. Tað besta hevði verið, um fleiri høvdu keypt Xbox, tí tað er ikki so stuttligt at spæla einsamallur.

Lutir, ið fylgja við xbox one:

Ein kontrollari
HDMI-stikk
streymleiðari

Dánial Suma Poulsen, 14 ár