Strok

Greinir

Vágsbørn fingu fyrsta 3D-prentaran

Hjúnini Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson. Mynd: vagur.fo

Hjúnini Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson. Mynd: vagur.fo

Fyri summarferiuna fekk Vágs skúli ein 3D-printara, ein 3D-skannara og eina teldu í gávu frá einum íslendskum pari. Tey eru ættað úr Vági og eita Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson.

- Tað er fyri at heiðra minnið um abba mín, at eg gevi Vágs skúla hesa gávuna, sigur Margrét G. Scheving.

John Henrik Holm, skúlastjóri, takkaði hjartaliga fyri gávuna og segði, at Vágs skúli við hesum er fyrsti skúli í Føroyum, sum hevur ein 3D-prentrara og ein 3D-skannara.

Skúlastjórin segði eisini, at hetta eru tól, sum Vágs skúli ikki hevur møguleika at keypa sjálvur. Hann ivast ikki í, at næmingarnir fara at fáa stóra gleði av gávuni, sum fer at vera ein partur av tøknibreytini.

Kelda: vagur.fo

GreinBeinta Johannessen