Strok

Greinir

G! Suspekt

g2017_suspekt.jpg

Danski rappbólkurin Suspekt varð settur á stovn í ‘99. Teir hava teir spælt nógvar konsertir og givið út fløgur. Tó hava teir aldrin verið so kendir, sum júst nú.

Suspekt spældi á sandinum fríggjakvøldið á miðnátt. Eini 5000 fólk vóru savnaði og onki var at ivast í: tey fingu øll eitt feitt upplivilsi!

Suspekt spældi væl og fekk fjøldina í kók! Onkur eldri gestur risti tó á høvdinum, tá ið teir róptu ymiskt grovt. Men tey flestu vistu, at Suspekt er = grooovar tekstir. Tað er líkasum teirra brand. 

- Hetta var bara fantastiskt! Fjøldin var super við upp á tað, og so er hetta flottasta staðið vit nakrantíð hava spælt. Kunnu vit ikki koma aftur hvørt ár? spurdi Klammefyr aka Emil frá Suspekt, tá vit hittu teir aftan á konsertina.

Teitur í Stórustovu