Strok

Greinir

Regn- ella Summarfestivalurin 2017?

summarfestivalur_regn.jpg

So er ársins Summarfestivalur longu aftur á skránni, og STROK er ... ja, næstan á staðnum.

Tað er hóskvøld og eg geri meg kláran til fyrsta festivaldagin. Eg veit bara ikki, hvat eg skal fyreireika meg til. Sum nú er pissregnar tað her í Havn, og sum eg sá í Degi & Viku í áðni, so regnar eisini í Klaksvík.

Skal eg lata meg í gummistúlvar og regnjakka, hmm ...? Tað er praktiskt og gott, tá tað er vátt, men minni feitt, tá tað ikki regnar meira😛

Eg velji tað praktiska fram um, og taki gummiskógvar og regnjakka við. So vóni eg, at veðrið verður betri í morgin og leygardagin.

Og tá ið av tornar, so hevur veðrið ikki so stóra ávirkan á meg😉

Í kvød spælir høvuðsnavnið hjá okkum ungu, Lukas Graham. Eg hoyrdi hann á SF fyrra árið og eisini í Høllini á Hálsi tveir mánaðir seinni. Tá var hann super feitur!!! Spennandi at vita, um hann er líka góður íkvøld.

Annars ætli eg mær eisini at lurta eftir Danny and the Veetos, Páll Finnur Páll, Dynamit sjálvandi. Og so nokk eisini Toto - øll verða helst samlaði har, fjepparir ella ikki.

So er tað Christopher ... ja, eg veit ikki. Hann sigur mær ikki so nógv, men vænti genturnar verða har tá😉

Nú fara eg so norð, og eitt sindur av regni ávirkar meg ikki. Eg eri klárur til ársins Summarfestival líkamikið veður – vit hava tað mega feitt óansaæð!!

Vit hoyrast ímorgin!

Teitur

GreinBeinta Johannessen