Zootropolis

Zootropolis er ein býður fyri djór. Har eru øll møðulig djór, heilt frá stórum elefantum til lítlar mýs. Tú hoyrur einki um menniskju yvirhøvur.

Filmurin er seg um eina kanin, ið eitur Judy Hopps. Hennara hægsta ynski er at fáa starv sum politistur, men tað væntar eingin, at hon klárar, tí hon er so lítil, og tað eru bara tey stóru djórini, sum verða løgreglufólk.

Filmurin er góður og stuttligur og spennandi. Tað er eisini eyka gott, at hann er 3D. Tað ger tað enn stuttligari at hyggja filminum.

Ingrid, 7 ár, ummælir