Voxbotn 2016: Týr

Týr var eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Voxbotn. Teir spældu á stóra pallinum - sjálvandi - tað hevði aldrin hóskað seg, at kroyst teir á ein lítlan pall.

Konsertin hjá Týr var mega fantastiska góð!

Teir spældu allar klassikararnar hjá sær og fólk skrálaðu við. Nógv fólk vóru samlaði fyri at hoyra Týr, og har vóru øll - børn, vaksin, gomul, gentur og dreingir, ja øll!

Vit stóðu mitt í, og fingu alt við. Tað var ein feit konsert, sum eg aldrin gloymi.

Tað ýlur enn í oyrunum, so hart var tað!!

Rock on! ;)

Teitur í Stórustovu, 14 ár, ummælir

 

Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo