Voxbotn 2016: Páll Finnur Páll

So var tað konsertin við PFP. Stóri spurningurin var, hvør av okkum, ella UM nakar av okkum vinunum, slapp at vera úti til PFP konsertin var av. Teir skuldu á pall kl 02, og spæla í ein tíma ella so, so klokkan fór at verða áleið 3, áðrenn vit vóru heima.

Vit ringdu allir heim og spurdu. Onkur slapp, og onkur slapp ikki. Tíbetur slapp eg, tí aftaná Týr konsertina, hevði eg ordiliga góðan hug til at hoyra PFP eisini.

Tað var PROPPAÐ av fólki, tá PFP spældi, men ikki líka so proppað sum beint áðrenn, tá høvuðsnavnið Otto Knows var á pallið - TÁ var also mega fult av fólki!

Páll Finnur Páll gjørdu tað sama sum altíð: spældu øll síni góðu løg, sum ØLL sungu við til - eisini vit. Man hoyrdi líka væl áhoyrararnar syngja, sum teir á palli. Tað var mega feitt, at standa mitt í fjøldini og syngja og hoppa við.

Tað gjørdi tað ikki minni feitt, at øll okkara foreldur vóru heima! 8)

Teitur í Stórustovu, 14 ár, ummælir

 

Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo