Søgan um STROK

 

 

Í ár er STROK 59 ár. Kom við aftur í tíðina og les um tað besta og løgnasta, sum er hent í søguni hjá STROK!


1928

Fyrsta Barnablaðið kom út til jóla hetta árið. Síðan kom tað regluliga út í trý ár, men so góvu blaðstjórarnir skarvin yvir, og í desember 1931 kom seinasta blaðið í hesum umfari. Tað vóru lærarar í Suðuroy, ið stóðu fyri blaðnum, og Føroya Lærarafelag gav út. Í blaðstjórnini vóru fyrst Jacob Olsen og Sámal Johansen, men í september í 1930 kom Martin Joensen fyri Sámal Johansen.

 

Í fyrsta blaðnum skrivaðu blaðstjórnarnir m.a. um blaðið: ”Barnablaðið vil stuttleika tykkum við tíðindum, søgum, rímum, gátum og bílætum; men tað vil eisini hava tykkum upp leikin.” So verður heitt á børnini um at skriva til blaðið og spyrja um ymiskt, skriva søgur og yrkingar og senda blaðnum ynski um brævaskifti. At enda verða børn biðin um at vera foreldrunum lýðin, góð móti dýrum, æra fosturlandið og so ”mennast til rættar menn og góðar kvinnur, latið føðilandið og foreldur tykkara ikki fáa skomm, men gleði og æru av tykkum.”
Blaðið var 17 x 22 cm, prentað á avíspappír og kostaði kr. 3 um árið. Tað kom út tvær ferðir um mánaðin

 

1959

Í januar 1959 kom blaðið afturíaftur- og er komið út síðan. Í fyrstu blaðstjórnini vóru Jákup Bærentsen, Jens Pauli Heinesen, Jákup M. Kjeld og Svenning Tausen. Teir skriva, at nógv hava saknað blaðið, ið gavst í 1931, og mangan hevur verið tosað um at fáa Barnablaðið útaftur. Teir lova lesarunum góðan lesnað, t.d. framhaldssøgur, søgur, ævintýr, tíðindi, gaman, gátur og myndir. Eisini teir heita á lesararnar um at senda blaðum tilfar. Hetta blaðið var í stórum arkabroti, 22 x 25 cm., prentað á avíspappír og kostaði kr. 5 um árið. Blaðið kom eina ferð um mánaðin.

 

1966

Í 1965 varð boðað frá, at blaðið fór at broytast komandi ár, tí so nógv tilfar kom, at síðutalið skal økjast úr 8 upp í 16, men samstundis varð blaðið minkað niður í 14 x 22 cm. Nú kostar tað kr. 10 um árið. Hetta árið doyði Jákup M. Kjeld, ið hevði staðið á odda fyri at fáa Barnablaðið út aftur. Nýggir í blaðstjórnini vóru Theodor Hansen og Steingrímur Niclasen. Við árslok gavst eisini Jens Pauli Heinesen, sum hevði verið við frá byrjan. Sostatt eru tað teir tríggir: Theodor Hansen, Steingrím Niclasen og Svenning Tausen, ið´stjórna blaðnum fram til 1973.

 

1973
Svenning Tausen, sum hevði verið í blaðstjórnini frá byrjan, gevst, og Jóannes Enni kemur í hansara stað. Síðutalið hækkar fyrst upp í 24, men frá 1975 er tað 32 blaðsíður við hvørt. Í 1977 kemur Magnus Hansen upp í blaðstjórnina.

 

1980
Barnablaðið skiftir navn í januar hetta árið. Nú eitur tað: Barna- og ungdómsblaðið. Hetta var ein royna at fáa tey eldru børnini at halda blaðið, og dentur varð lagdur á at fáa tilfar til ungdómin í blaðið. Hetta árið løgdu Theodor Hansen og Steingrím Niclasen frá sær. Teir høvdu tá verið í blaðstjórnini í 15 ár. Magnus Hansen gjørdist nú blaðstjóri, og árið eftir, í 1981, kom Niels Jákup Thomsen upp í blaðstjórnina.

 

1983
1980-árini vóru broytingartíðir, og í 1983 var søgulig broyting í blaðstjórnini. Tá kom eitt konufólk fyrstu ferð í blaðstjórnina: Rannveig Hovgaard. Men longu aftur í 1986 varð stórt umskifti: Magnus, Jóannes og Rannvá løgdu frá sær, og Lærarafelagið søkti eftir nýggjum blaðstjóra. Niels Jákup Thomsen fekk starvið, og afturat honum Regin Debess og Erhard Jacobsen. Blaðið eitur nú aftur bara Barnablaðið.

 

1989
Blaðið, sum í meira enn 30 ár hevði verið prentað í svørtum og hvítum, fær nú permu, baksíðu og miðsíðurnar í litum. Síðutalið verður økt upp í 40, men afturfyri kemur blaðið 10 ferðir um árið móti 11 ferðurm frammanundan. Nýggj teknisøga um ein fittan pólrev og eina hvítabjørn er á skránni: Róladur og Baraldur. Erhard gevst, nýggjur í blaðstjórnini er Djóni Dalsgarð.

 

1990
Baldrian verður tikin av baksíðuni eftir 30 ár í Barnablaðnum. Í hansara stað koma teknisøgur úr ævintýrheimi.

 

1994
Javnstøða í blaðstjórnini: Beinta Johannessen og Dorthe Gyldenkærne koma við, og Regin gevst. Dunnaldur Dunna verður á fyrsta sinni prentaður á føroyskum. Dorthe gevst í 96.

 

1998
Stórbroytingar á skránni: Fyrst í blaðstjórnini, har Djóni gevst og Páll Isholm kemur í staðin eitt stutt skifti. Tá ið hann gevst, koma Eyðna Magnussen og Jonna Olsen við, og fyri fyrstu ferð eru fleiri kvinnur enn menn í blaðstjórnini, sum eftir hetta er at kalla óbroytt fram til 2006: Niels Jákup Thomsen blaðstjóri, Beinta Johannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen. Men fyri lesaran vóru tvær sera sjónligar broytingar: eftir summarfrítíðina í 98 skiftir blaðið navn til Strok & Snirr og verður prentað í litum, alt sum tað er. Tó verður navnið Barnablaðið - ella bara BB - framvegis nýtt sum logo. Strokparturin er ætlaður teimum størri børnunum, meðan Snirr er til yngstu lesararnar.

 

2005
So er aftur umskifti á skránni. Hóast hugskotið við Strok & Snirr blaðnum at venda fekk góða undirtøku millum lesararnar, og blaðið neyvan hevur havt størri haldaraskara enn hesi árini, ásannaði blaðstjórnin, at meira fekst burtur úr við bara einum blaði. Nú eitur blaðið Strok, men framvegis verður BB-logo brúkt. Eisini eru broytingar í blaðstjórnini, Jonna gevst og í hennara stað kemur Bergur Dalsgaard. Manningin í blaðstjórnin er nú henda: Beinta Johannessen blaðstjóri, Niels Jákup Thomsen ábyrgdarblaðstjóri, Eydna Magnussen og Bergur Dalsgaard.

SAMBAND

Ábyrgdarblaðstjóri
Niels Jákup Thomsen
nielsjakup@bfl.fo

Blaðstjóri
Beinta Johanessen
strok@strok.fo

 

UM STROK
 

Í fleiri enn 55 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum – og soleiðis verður eisini í framtíðini. Síðan 2005 hava vit eisini verið á internetinum. Alt upplagið hjá STROK á umleið 2.200 bløð verður latið haldarum.

 

GERST HALDARI
 

Vilt tú halda STROK?
Spyr foreldrini, um tú kanst. Vel síðan at gera annað av hesum:
1. Trýst her
2. Ring 617644

opið gerandisdagar 8-16

 

BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS

Pedda við Stein gøta 9
FO 100 Tórshavn
Tlf. +298 617644