Brynhild helt røðu fyri øllum skúlanum Kvinnudagin 2017

Í dag 8. mars er altjóða kvinnudagur. Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey hildið dagin við røðu, tónleiki og sangi.

14 ára gamla Brynhild Pálsdóttir helt røðuna fyri øllum næmingunum og starvsfólkunum á skúlanum. Hon snakkaði um altjóða kvinnustríðið og um hvussu gott vit, sum kvinnur hava tað í Føroyum í mun til aðra staðni.

- Hóast eg var eitt sindur nervøs, áðrenn eg helt røðuna, so hevði tað ikki so nógv uppá seg kortini, sigur Brynhild.

Brynhild heldur, at vit hava brúk fyri einum degi sum hesum. Tí tað er gott at minnast tær kvinnur, sum hava stríðst fyri teimum rættindum, sum vit hava í dag.

- Eg kendi ikki allar stríðskvinnurnar, sum eg tosaði um í røðuni, áðrenn, og eg visti ikki av øllum avmarkingunum, sum kvinnur hava havt fyri ikki so langari tíð síðani. So eg fekk eisini nógv burturúr sjálv, sigur Brynhild.

Kelda: in.fo