BØRNINI spyrja!

Hvussu kann man vera fitnessinstruktørur, bodybuildari og bakari, alt í senn? STROK hevur tosað við Jóruna Mørkøre úr Klaksvík, sum er alt hetta, og tað kanst tú lesa alt um í JólaSTROK.

 

BØRNINI spyrja

3.d á Skúlatrøð hevur eisini viljað sett Jóruni Mørkøre nakrar spurningar

Er tað stuttligt at venja til kappingar?

- Ja, tað er ordiliga stuttligt og ógvuliga hart.

 

Er tað ringt at vinna kappingarnar?

- Ja, tað er ringt, tí øll, sum eg kappist ímóti, eru sera dugnalig.

 

Hvat etur tú til morgunmat?
-  Kostráðgevin hjá mær hevur sagt, at eg skal eta Orkubreyð (Jorun’s brød). So í løtuni er tað Orkubreyð við grikskum jogurti, eina flís av reyðari piparfrukt og hunangi. Annars er tað havragrýn, mjólk og proteinpulvur.

 

Snýtur tú onkuntíð við mati?

- Ja, eg havi onkuntíð snýtt

 

Fert tú at eta nógvar karamellur á jólum?

- Um eg fari at eta nógvar, veit eg ikki, men eg fari at eta eitt sindur. Eg elski sjokulátu.