Jóhanna spælir fyri at vinna

Jóhanna fór at sparka longu, tá ið hon var fýra ára gomul. Fyrst var tað mest til stuttleika. Pápin var venjari hjá stórabeiggjanum, sum er eitt ár eldri enn hon, og Jóhanna slapp við til venjing. Sum frá leið bleiv hon ein partur av liðnum, og hon spælir enn við dreingjum 14, sum liðið eitur í dag.

Umframt at spæla við dreingjum 14 spælir Jóhanna eisini við dreingjum 12 og gentum 14.

- Mær dámar væl at spæla við øllum liðunum, men skal eg velja eitt, sum eg kalli mítt lið, má tað vera dreingir 14, tí har havi eg spælt longst.

Og tað gongst væl hjá Jóhannu og hinum á liðunum, tí sum hon sjálv sigur, so spælir hon fyri at vinna.

Les meira um Jóhannu í nýggjasta STROK.