I kirkju á G!

Hetta ljóðar ikki, sum nakað, sum man í veruleikanum kann – at fara á G! og í kirkju í senn. Men jú!

Síðani 2013 hevur ein kirkjað verið í fjósinum beint yvirav Valhøll, og hvat er meira upplagt høli til eina kirkju, enn eitt fjós? wink 

Tá eg var framvið, var tað Theodor D. Olsen, prestur, sum var (presta)vertur í kirkjuni.

Umframt hann, so vóru eisini tveir aðrir prestar, sum sótu á sofunum og prátaðu við fólk og drukku kaffi og ótu smákøkur.

Beint tá vóru bara vaksin fólk har, men Theodor segði, at fólk frá 1 til 90 ára gomul høvdu verið har. Aldursbólkurin, sum var mest umboðaður, vóru tey 20 ára gomlu.

Teitur í Stórustovu