Hví frysta eyguni ikki?

Tú hevur helst upplivað at blíva fryst/ur um fingrarnar, nøsina ella bibburnar, men hevur tú nakrantíð hugsað um, hví eygui ikki verða køld?

Tá tað er kalt úti, taka æðrarnar í ørmum og beinum seg saman, so tað ikki rennur so nógv blóð út limirnar. Blóðið verður hildið í bulinum so hjarta, lungu og onnur lívneyðug gøgn verða hildin heit.  

Nakað tað sama hendir í eygunum. Sjálvt um fleiri partar av kroppinum frysta í vetrarkuldanum, so eru eyguni í miðal 23 stig.

Frágreiðingin er vætan, sum rennur aftanfyri hornhinnuna (uttasta hinnan í eyganum). Æðrarnar í eygunum hita vætuna sum siðan hitar hornhinnuna.

So eygað er sum ein radiatorur, og tí er hornhinnan í eyganum heit sjálvt í ógvisligum kulda.