Hoyrivernd, sólbrillur og sólkrem – ALRIGHT!

Nú summarið er í nánd, og summar­ frítíðin stendur fyri framman, gleða vit okkum øll til at fáa frí og hava tað stuttligt saman við vinunum. Men tað eru nøkur ting, tú skalt hugsa um, áðrenn tú fert út at njóta teir longu, ljósu summardagarnar!

Visti tú til dømis, at millum klokkan 12 og trý um dagin stendur sólin hægst á himli, og tá eru UV- strálurnar sterkastar og vandamestar?

Og at hoyrnin bara tolir at hoyra harðan tónleik í umleið ein hálvan tíma? So ert tú til eina konsert ella líknandi, sum varir fleiri tímar, er tí skilagott at hava okkurt slag av oyrnavernd, so hoyrnin ikki fær skaða.  

Nakrir, sum hava gjørt vart við seg í seinastuni um týdningin av at brúka hoyrivernd, eru Danny & The Veetos.

STROK hevur hitt forsangaran Danny Baldursson og sett honum nakrar spurningar um hoyrivernd, sólbrillur og sólkrem.

Les meira um sól og gang og les alla samrøðuna við Danny í STROK 4:)