Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

Leikurin ”Fólk og dólgar í Kardamummubýnum” var frumframsýndur í Sjónleikarahúsinum 7. november. Leikurin er skrivaður um til sjónleik úr vælkendu barnabókini ”Fólk og dólgar í Kardamummubýnum”, eftir Thorbjørn Egner. Norski rithøvundurinThorbjørn Egner, hevur skrivað søgur bæði til børn og vaksin, men er serliga kendur fyri barnbøkur sínar, eitt nú ”Karius og Baktus” og ”Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum”.

Leikurin snýr seg um teir tríggjar dólgarnar í Kardamummubýi, Kaspar, Jaspur og Jónatan, sum um náttina fara út at stjala. Hetta eru fólkini í býnum ikki glað fyri, og siga hetta við Bastian politimeistara. Men Bastian hevur úr at gera við fyrireikingum til stóru Kardamummuveitsluna, sum  øll gleða seg so nógv til. Tá stóra Kardamummuveitslan verður hildin, eru øll í góðum hýri, øll uttan tvøra Suffía mostir og dólgarnir. Ein dagin finna dólgarnir uppá at stjala Suffíu mostir, men ætlan teirra gongur ikki sum ætlað. Og so hendir nógv annað spennandi, sum tit sjálvi kunnu sleppa at síggja.

Eg haldi at leikurin er sera væl spældur, og er ein góð uppliving fyri øll. Tað er sum at fara inn í ein annan heim og í eina aðra tíð, við teimum ymisku og stuttligu persónunum, ið allir spæla sín leiklut í søguni. Saman skapa tey eitt øðrvísi samfelag til okkum at síggja, og stuttleika okkum við.

Boðskapurin lýsir ígjøgnum søguna og dólgarnar, ið at enda siga okkum, at pláss er fyri øllum og at vit øll eru partur av felagsskapinum. Leikurin er tí læruríkur fyri bæði stór og smá, og eg rokni við at summir av sangunum kenna tit aftur.

Leikstjóri er Hjálmar Dam og tað er Havnar Sjónleikarfelag sum hevur sett leikin upp á pall, hesar seinastu mánaðirnar. Leikurin hevur verið spældur tvær ferðir fyrr, í 1987 og í 2004. Mær dámdi sera væl leikin, og eg mæli øllum at fara at síggja hann.

Røskva Tórhalsdóttir ummælir