Fá góð hugskot við STROK

Í 4. flokki á Toftum elska tey at fingrabinda, og tey hava verið so røsk at bundið, at tey hava fingrabundið runt allan skúlan. Og hugskotið, ja, tað fingu tey úr STROK:

- Vit hava lisið í STROK um flokkin í Eysturskúlanum í Havn, sum fingrabant rundan um sín skúla, og so fingu vit hug at gera tað sama. Ella vit vilja faktiskt binda longri enn tey og so taka metið hjá teimum.

Í STROK 8 kanst tú lesa um tey á Toftum hava klárað at tikið metið hjá Eysturskúlanum og nógv annað um fingrabinding.