Fótbóltsskúli, eindarskúli og úrvalsflokkar

 

Aftaná eina kjaksending í sjónvarpinum, har fleiri spurningar vóru reistir enn svaraðir, er hóskandi at koma við nøkrum vimerkingum ella einum ískoyti.


Spurningurin um úrvalsflokkar stóðst í kjalarvørrinum á stovnanini av einum fótbóltsflokki í Tórshavnar Kommunuskúla.
Fyrst er at siga, at nýggi fótbóltsflokkurin á ongan hátt kollrennur fólkaskúlan, men heldur er ein kærkomin roynd í skúlahøpi, og hóast onkur óheppin byrjunartrupulleiki hevur stungið seg upp, so eigur flokkurin at sleppa at standa sína roynd. Samstundis er neyðugt at krita vøllin, tá tosað verður um úrvalsflokkar (elituflokkar). Tosa vit tá um at bólka næmingar í framhaldsdeild eftir áhuga, ella sum í hesum føri at skipa nýggjan flokk við næmingum við serligum áhuga og hegni, tosa vit um at flokka næmingar í fólkaskúlanum eftir evnum ella eftir úrtøku í ávísum lærugreinum ella tosa vit um at skipa flokkar fyri úrvalsnæmingar ella úrmælingar, ein bólkur sum vanliga verður mettur at umfata umleið 5% av næmingunum.


Fólkaskúlalógin frá 1979 bygdi á hugsanina um eindarskúlan. Hetta tí at sera stór ónøgd var við uppbýtið í real- og 8. flokk, sum tá var. Uppbýtið var eisini mett sum ein meinbogi fyri javnbjóðis atgongd til útbúgving og tankan um og samfelagsliga tørvin á, at sum flest fingu eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla. Í kjalarvørrinum av vánaliga úrslitunum í undan-Pisa kanningini, sum var kunngjørt í oktobur 2006, var mett neyðugt at gera broytingar í fólkaskúlanum/fólkaskúlalógini. Óivað hevur verið hugt í broyttu donsku fólkaskúlalógina, í hvussu er bleiv við broytingum í fólkaskúlalógini í juni í 2007 møguleiki fyri at bólka næmingar - í annars floksbýttum skúlum - inni í flokkinum og eisini tvørtur um floksmark. Uppbýtið skal tó verða námsfrøðiliga grundað ella grundað á eina eftirmeting av úrtøkuni hjá næminginum, og næmingurin má ikki verða burtur frá upprunaflokkinum meira enn helvtina av skúlatíðini. Hetta er eitt varligt men týðiligt brot við eindarskúlahugsanina.
Eindarskúlahugsanin er ikki bara ein vakur tanki. Tað verður mett sum gagnligt fyri næmingin at uppliva ymiskleikan og menna sosialar førleikar í felagsskapinum, og dentur verður lagdur á floksfelagaárinið. Serliga verður hugsað um, at fakliga sterku næmingarnir hava jaligt árin á arbeiðslagið í flokkinum (eru teir nóg nógvir í tali), samstundis sum fjølbroytni í flokkinum ikki tarnar somu næmingum í egnari læring.


Tað er eisini væl skjalprógvað, at úrtøkan hjá næmingunum er nær tengd at sosioøkonomisku bakgrundini hjá næmingunum. Soleiðis at skilja, at jú longri útbúgving foreldrini hava, og jú hægri inntøkan hjá húskinum er, ella bæði, meira sannlíkt er, at børnini klára seg væl í skúlanum, og størri eru útlitini fyri, at børnini eisini nema sær hægri útbúgving. Í Pisa-frágreiðingunum verður nógv gjørt burtur úr hesum. Í frágreiðingini í sambandi við kanningina í 2009 verða tey lond tikin fram, sum hava úrslit yvir miðal, og har sambandi millum úrslit og útbúgving og inntøku hjá foreldrunum er sum minst. Ella hvørji lond best megna at bróta sosiala arvin, samstundis sum úrslitini eru nøktandi. Í hesum bólkinum eru Finnland, Kanada, Japan, Noreg og Ísland. Og tað, sum er felags fyri skúlaskipanina í hesum londum, er, at næmingarnir í lítlan mun verða flokkaðir eftir førleikum. Í hesum sambandi kann spurningurin setast, um ein skúli, ið flokkar næmingar eftir førleikum, longu í skúlanum staðfestir tann stættarmun, sum frammanundan er í samfelagnum. Og er ein slík flokking ikki ein forðing fyri javnbjóðis atgongd til útbúgvingar.


Tað er væl skiljandi, at foreldur, sum eiga dugnalig børn, ynskja at teirra barn gongur í einum vælvirkandi flokki, men politikarar eiga at síggja fólkaskúlan í størri høpi. Og um ætlanin er at bøta um fólkaskúlan, so eru úrvalsflokkar ikki vegurin.

Viðmerkingar

<!--@NewsCommentName-->
tann / 

Tú mást logga á fyri at gera viðmerking!